- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jacob Vestergaard: Áttu at ásett eginkvotu eisini í ár

Stóð tað til Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, skuldu Føroyar aftur í ár ásett sær eginkvotu av makreli, og ikki gjørt avtalu við Noreg og Bretland.
Hann tekur ikki undir við makrelsemjuni, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, seinnapartin í gjár skrivaði undir fyri Føroyar.
Í gomlu makrelavtaluni frá 2014 høvdu Føroyar rætt til 12,6 prosent av heildarkvotuni.
Betri atgongd at fiska makrel í bretskum og norskum sjógvi vigar upp ímóti tí, at Føroyar í nýggju avtaluni fara úr 12,6 prosentum niður í 12 prosent av heildarkvotuni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Ta grundgevingina góðtekur Jacob Vestergaard ikki.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
