Føroyar gjørt avtalu við Bretland og Noreg um makrel

Føroyar gjørt avtalu við Bretland og Noreg um makrel
Føroyska kvotan í ár verður 12 prosent av heildarkvotuni, ella umleið 90.000 tons
Føroysku nótaskipini sleppa nú eisini í norskan og bretskan sjógv at fiska makrel. (Savnsmynd)
 
17.06.2024 - 14:41

Føroyar, Noreg og Bretland hava seinnapartin skrivað undir strandarlandaavtalu um makrel.

Føroyska kvotan verður 12 prosent av heildarkvotuni, sum ICES hevur mælt til, ella umleið 90.000 tons. 

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

 

Avtalan ber eisini í sær, at føroysk skip sleppa at fiska makrel í norskum og bretskum sjógvi. 

Avtalan er galdandi í trý ár.

Sambært semjuni verður føroyski parturin 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Harumframt fáa Føroyar rætt at fiska 35 prosent av sínum kvotaparti í bretskum sjógvi og 40 prosent í norskum sjógvi. 

Samanborið við makrelsemjuna frá 2014, minkar føroyski parturin úr 12,6 prosentum niður í 12 prosent av mest loyvdu veiðu.

Hinvegin verða størri møguleikar at fiska í norskum og bretskum sjógvi.

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at hóast føroyski parturin av mest loyvdu veiðu minkar, hevur henda semjan umleið sama virði sum makrelsemjan í 2014.

Semjan, sum er á enskum, kann lesast her:

 

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í útvarpstíðindunum klokkan 15:

 

17062024_Dennis_um_makrel

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948