Umhvørvismálaráðið góðkent broytingar í byggisamtyktini fyri Tvøroyri

Umhvørvismálaráðið góðkent broytingar í byggisamtyktini fyri Tvøroyri
Broytingarnar hava samband við útbyggingina hjá Varðanum Pelagic
Sambært broytingini í byggisamtyktini, sum nú er góðkend, kunnu skorsteinar vera í mesta lagi 60 metrar høgir. (Savnsmynd)
 
14.06.2024 - 08:13

Umhvørvismálaráðið hevur góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu.

Talan er um broyting í byggisamtyktini fyri havnarøkið í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá Varðanum Pelagic.

Orðingin í byggisamtyktini er millum annað broytt, so at tað nú stendur, at:

"Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 metrar, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 metrar høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 metrar høgir". 

- Nú byggisamtyktin er broytt, kann kommunustýrið á Tvøroyri fara undir byggimálsviðgerðina, sigur Fróði Mortensen, kommunustjóri á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947