Byggisamtykt fyri íbúðar- og vinnubygning farin til hoyringar

Byggisamtykt fyri íbúðar- og vinnubygning farin til hoyringar
Í nýggja uppskotinum er ætlanin at gera 16 íbúðir, vinnuhøli og parkeringskjallara í Bøkjarabrekku í Havn
Soleiðis fer íbúðar- og vinnubygningurin í Bøkjarabrekku í Havn at síggja út.
 
14.06.2024 - 10:58

Serstaka byggisamtyktin fyri íbúðar- og vinnubygningin við parkeringskjallara í Bøkjarabrekku 5 í Havn er nú farin til hoyringar.

Bygningurin hevur verið leingi á veg. 

Í 2021 var talan um 150 bilpláss og átta íbúðir, men bygningurin er broyttur, eftir at grannar og onnur mótmæltu. 

 

 

16 íbúðir

Í nýggja uppskotinum er ætlanin at gera 16 íbúðir, vinnuhøli og parkeringskjallara. Bygningurin fer 12,5 metrar undir jørð, og ávikavist 13 og 16 metrar yvir jørð, og pláss verður fyri 100 bilum.

Yvirskipað er bygningurin trektur aftur frá grannamørkum.

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. mai uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið. Níggju atkvøður vóru fyri og tvær ímóti. Tveir býráðslimir atkvøddu blankt.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og í Snarskivuni frá í dag, 14. juni, til 16. august.


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981