Sjúkraflutningur: Enn er ov tíðliga at meta um responstíðir í Sandoynni

Sjúkraflutningur: Enn er ov tíðliga at meta um responstíðir í Sandoynni
Arbeitt verður við ætlan um at hava sjúkrabil á Sandi til tunnilstilbúgvingina, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna
Sáttmálin um sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni fór úr gildi 1. juni, men ætlanin er at hava sjúkrabil í Sandoynni til tilbúgvingina í sambandi við Sandoyartunnilin.
 
13.06.2024 - 17:00

Enn er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni, tí royndirnar eru so fáar. Men mett verður, at responstíðirnar í Sandoynni vera tær somu sum nógva aðrastaðni í Føroyum.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann, sum spurdi um sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni.

Arbeiðsbólkurin, sum skal koma við einari responstíð, er ikki liðugur enn, og enn er bara talan um eina fyribils meting hjá Sjúkrahúsverkinum um responstíðina, har einans verður lagt upp fyri fjarstøðu og ferð. 

Margit Stóra sigur, at av tí at royndirnar eru so fáar, er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni.

 

Sandoyartunnilin.

 

Sáttmálin farin úr gildi

Sáttmálin um sjúkraflutning millum Sjúkrahúsverkið og ein privatan veitara í Sandoynni fór úr gildi 31. mai, og sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum hevur nú sjúkraflutningin í Sandoynni. 

Í tilbúgvingarætlanini fyri Sandoyartunnilin er ásett, at um ein vanlukka ger, at ikki er møguligt at flyta sjúklingar út við tunnilsmunnan á Streymoynni, men í staðin Sandoyarmegin, verður tyrla brúkt.

Er tyrla ikki tøk, verður skip brúkt. 

Sambært Sjúkrahúsverkinum arbeiðir Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum við eini ætlan at hava sjúkrabil á Sandi til tunnilstilbúgvingina, sigur Margit Stórá.

Ætlanin er, at bilurin skal mannast við starvsfólki hjá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum, og tá ikki er møguligt at brúka tunnilin, verður flutt til Sands við tyrlu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947