Gongur betur við ummælisfreistum

Gongur betur við ummælisfreistum
Í løgtingsárinum 2022 høvdu 15 prosent av uppskotunum, sum komu úr landsstýrinum, styttri ummælisfreist enn 14 dagar
Øll uppskot hjá landsstýrinum vera eftirkannað.
 
03.06.2024 - 06:21

Tað gongur framá við ummælisfreistunum hjá landsstýrinum.

Í løgtingsárinum 2022 høvdu 15 prosent av uppskotunum, sum komu úr landsstýrinum, styttri ummælisfreist enn 14 dagar.

Tey vóru 34 prosent í løgtingsárinum 2021.

72 prosent av uppskotunum vóru til ummælis í fýra vikur ella meira enn tað.

Løgmálaráðið eftirkannaði 216 uppskot í løgtingsárinum 2022, tað er frá 29. juli 2022 til 28. juli 2023.

Lógartænastan í Løgmálaráðnum eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini tøkniliga og løgfrøðiliga, áðrenn tey vera løgd fyri løgtingið ella kunngjørd.

Lógartænastan hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at uppskot eiga at sendast til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum.

Vanliga eigur ummælisfreistin at vera fýra vikur. 

Er ummælisfreistin styttri enn 14 dagar, er hon ikki í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947