Vil hava fleiri og betur løntar býráðslimir

Vil hava fleiri og betur løntar býráðslimir
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar býráð, skjýtur upp at hækka talið á býráðslimum í kommununi upp í 15, og at hækka samsýningina
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, eigur uppskotið um at hækka talið á býráðslimum í Tórshavnar býráð úr 13 upp í 15.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2024 - 09:50

Tórshavnar býráð fer í dag viðgera eitt uppskot um at hava fleiri fólk í býráðnum.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, eigur uppskotið.

Uppskotið er at hava 15 býráðslimir. Teir eru 13 nú, og tað hava teir verið síðani 1972.

Tá var fólkatakið í kommununi 10.747. Tá vóru 827 fólk fyri hvønn býráðslim.

 

1548 fólk fyri hvønn býráðslim

1. januar vóru 23.228 fólk í kommununi, 1787 fólk fyri hvønn býráðslim, sigur Annfinn Brekkstein.

Hann sigur, at vera býráðslimirnir 15, vera 1548 fólk fyri hvønn býráðslim. 

Sambært kommunustýrislógini kunnu í mesta lagi vera 17 fólk í kommunustýri.

Annfinn Brekkstein heldur eisini, at samsýningarnar til býráðslimir eiga at vera broyttar fyri at fáa breiða fólksliga umboðan, fyri at fáa fleiri at stilla upp.

Mínar drúgvu royndir eru, at fólk aftra seg, tí tey missa alt ov stórar inntøkur, sigur Annfinn Brekkstein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519