Bussar sluppu ikki við Smyrli

bannari
Bussar sluppu ikki við Smyrli
Nú skulu øll, sum ætla at fáa akfør, sum eru longri enn sjey metrar, við Smyrli hava undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum
Bussarnir á Krambatanga. Smyril er farin.
Mynd: Vevmynd hjá Landsverki.  
 
29.05.2024 - 06:50

Nú skulu øll, sum ætla at fáa akfør, sum eru longri enn sjey metrar, við Smyrli hava undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum.

Undantikin eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør.

Hetta ger, at bussar og lastbilar skulu hava undantaksloyvi.

Sambært vevmynd av Krambatanga standa fýra stórir og ein lítil bussur í bíðirøðini til Smyril.

Sambært ferðaætlanini fór Smyril av Krambatanga klokkan seks í morgun.

Smyril er farin, og teir fimm bussarnir standa, sambært vevmyndini, enn á ferjuleguni á Krambatanga. 
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109