SEV skal bjóða bíligari streym, tá eingin olja verður brúkt

SEV skal bjóða bíligari streym, tá eingin olja verður brúkt
Løgtingið hevur samtykt at broyta elveitingarlógina
Streymurin skal vera bíligari, tá varandi orka verður brúkt. (Savnsmynd)
 
24.05.2024 - 08:26

SEV skal nú gera eina prísskipan, sum bjóðar bíligari streym, tá SEV brúkar lítla ella onga olju.

Lægri prísur kann ásetast fyri bæði elprísin og fyri netprísin, og ætlanin er, at slík skipan er klár innan eitt ár.

Tað skrivar Umhvørvismálaráðið, nú elveitingarlógin er broytt.

 

Bygnaðurin tillagast

Lógarbroytingin staðfestir, at SEV varðveitir sín samhaldsfasta lut sum neteigari og kervisábyrgdari uttan kapping við onnur. 

SEV skal tí skjótast gjørligt tillaga bygnaðin og viðtøkurnar, so elframleiðsla og annað virksemi, sum verður útint í kapping við onnur, verður skipað í egið felag.

Fjarhitavirksemi fær loyvisskipan, sum er rættiliga lík henni, sum er galdandi á eløkinum.

 

Fjarhitabrúkarar skulu hava betri brúkaravernd. (Savnsmynd)

 

Fjarhitafeløg skulu vera gjøgnumskygd

Krøv verða sett fjarhitafeløgum, sum tryggja fjarhitabrúkarum størri gjøgnumskygni í prísum og betri brúkaravernd.

Tey skulu eisini tryggja, at fjarhitafeløg ikki brúka ov nógva olju.

Eisini er ein ognartøkuheimild útvegað til orku- og fjarhitaútbyggingar. 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, ætlar at taka arbeiðið at skipa ein elmarknað við einum fjølbroyttum søluliði og eginframleiðslu fram aftur í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035