Føroyanevndin: Ikki rætti mátin at virka fyri fríhandilsavtalu við ES

Føroyanevndin: Ikki rætti mátin at virka fyri fríhandilsavtalu við ES
Meirilutin í nevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá Danska fólkaflokkinum
Bara Danski fólkaflokkurin í føroyanevndini tekur undir við sínum egna uppskoti, um at danska stjórnin skal virka fyri fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.05.2024 - 08:45

Føroyanevndin hjá fólkatinginum, øll í nevndini uttan Danski fólkaflokkurin, tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Danska fólkaflokkinum um at áleggja stjórnini at virka fyri fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES.

Meirilutin tekur tó fult undir við ætlanini í uppskotinum.

Men hann heldur ikki, at hetta er rætti mátin at gera tað.

Samráðingar eru longu millum Føroyar og ES, heldur meirilutin.

Føroyanevndin setti uttanrikisráðharranum tveir spurningar, sum hann svaraði.  

Danski fólkaflokkurin sigur, at verandi handilsavtala millum Føroyar og ES er betri fyri ES enn fyri Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947