Dennis Holm og Ingilín Strøm kærd til landsstýrismálanevndina

Dennis Holm og Ingilín Strøm kærd til landsstýrismálanevndina
Fyrst av øllum skal landsstýrismálanevndin taka støðu til, um hon skal viðgera málini
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini
 
23.05.2024 - 19:21

Landsstýrisfólkini Dennis Holm og Ingilín D. Strøm eru bæði kærd til landsstýrismálanevndina.

Hetta er nevndin, sum hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrisfólk halda lóggávuna. Í nevndini sita Hans Jacob Thomsen, Bárður á Steig Nielsen og Hanna Jensen.

Nevndin kemur saman klokkan 11 týsdagin, har hon skal taka støðu til, um hon skal viðgera málini.

Annað málið er kent og er, um Dennis Holm hevur loyvi at gera tað svartkjaftabýtið, sum hann hevur gjørt.

Hitt, sum er nýtt fyri almenninginum, er um Ingilín D. Strøm, og um hon hevur sagt ósatt um fíggjarstøðuna hjá Bústøðum.

 

Hoyrið innslag við Hans Jacob Thomsen, formanni í landsstýrismálanevndini:

HJT_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947