Trípartaavtala um umhvørviseftirlit við skipum

Trípartaavtala um umhvørviseftirlit við skipum
Landsstýrisfólkini Ingilín D. Strøm, Dennis Holm og Høgni Hoydal hava skrivað undir avtaluna
Landsstýrisfólkini Høgni Hoydal, Ingilín D. Strøm og Dennis Holm.
Mynd: Umhvørvismálaráðið  
 
21.05.2024 - 15:57

Nú verður greiðari, hvørjar uppgávur Vørn, Sjóvinnustýrið og Umhvørvisstovan skulu hava, tá ið talan er um umhvørviseftirlit við skipum.

Ingilín D. Strøm, Dennis Holm og Høgni Hoydal, landsstýrisfólk, hava í dag skrivað undir trípartaavtalu um umhvørviseftirlit við skipum. Talan er um eina dagførda avtalu.

Sambært avtaluni hava Vørn og skipini hjá Vørn eftirlit við, at skip ikki dálka sjóøkið kring Føroyar við olju, burturkasti, óviðgjørdum kloakkspillivatni og øðrum. 

Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi og FAS-skip lúka altjóða krøv um at hava góðkendan útbúnað og skipanir umborð, sum tryggja, at umhvørviskrøvini kunnu haldast. 

Umhvørvisstovan hevur eitt nú eftirlit við, at móttøkuskipanir fyri olju, burturkast og óviðgjørt kloakkspillivatn í havnum, er sambært ásettum krøvum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947