Í mesta lagi 22 næmingar skulu vera í flokkinum

Í mesta lagi 22 næmingar skulu vera í flokkinum
Løgtingið hevur samtykt broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd
Frá skúlaárinum 2025-26 skulu í mesta lagi vera 22 næmingar í skúlaflokkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.05.2024 - 12:59

Í mesta lagi 22 næmingar skulu vera í hvørjum flokki í fólkaskúlanum í framtíðini. Er næmingatalið størri, kann skúlaleiðarin í ávísum førum gera av ikki at býta flokkin í tveir flokkar

Tað samtykti løgtingið við triðju viðgerð fyrrapartin.

Broytingaruppskotið var frá einari samdari mentanarnevnd.

Ein meiriluti í mentanarnevndini skeyt annars í álitinum upp, at næmingatalið skuldi ikki fara upp um 24, og tað samtykti løgtingið eisini við aðru viðgerð.

Broytingin við triðju viðgerð var einmælt samtykt.

Lógin kemur í gildi skúlaárið 2025-26. Byrjað verður við 1. flokki, og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum. 

Hoyr samrøðu, sum Sveinur Tróndarson gjørdi við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, og Sólvit Nolsø, formann í mentanarnevndini, tá málið var endaliga samtykt við triðju viðgerð:

 

21052024_Djoni_og_Solvit_um_floksstodd


 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035