Hava viðgjørt 119 mál í hesi tingsetuni

Hava viðgjørt 119 mál í hesi tingsetuni
Øll mál, uttan eitt, komu aftur úr nevnd
Løgtingið.
 
21.05.2024 - 08:23

Í hesari tingsetuni komu 119 tingmál í løgtingið.

Øll, uttan eitt, komu aftur úr nevnd.

Tað er uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstyriskvinnu, sum ætlaði, at ung í vanligum útbúgvingaraldri ikki skulu hava rætt til stuðul sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk aftrat lestrarstuðli. 

Ung við serligum tørvi vera sostatt javnsett við lesandi, sum ikki hava serligan tørv.

 

Útreiðslurnar tálmast

Orsøkin til uppskotið er, at almenni útreiðsluvøksturin skal tálmast. Uppskotið kom í tingið 29. september. Trivnaðarnevndin fekk tað 6. oktober.  

Lógarbroytingin skuldi koma í gildi 1. januar í ár.

Tá broytingin, sum tó ikki kom, um trý ár hevði fingið fullan virknað, fór landskassin at spara fýra milliónir krónur um árið.

73 fólk fáa stuðulin, sum ætlanin var at strika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947