Væntar at Framsókn tekur undir við elveitingarlógini

Væntar at Framsókn tekur undir við elveitingarlógini
Tingið samtykti í gjárkvøldið at atkvøða málið úr rættarnevndini, hóast einki álit er skrivað
Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í orkumálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.05.2024 - 08:25

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vónar, at Framsókn kann taka undir við elveitingarlógini, sum nú kemur aftur í tingsalin, hóast parturin um søluliðið, ið skal geva privatum møguleika at selja streym, var tikin úr uppskotinum. 

Ósemja um uppskotið gjørdi, at einki álit kom úr rættarnevndini, men tingið samtykti í gjárkvøldið at atkvøða málið aftur í tingsalin.

Málið kemur til aðru viðgerð í dag.

- Parturin við søluliðnum verður tikin upp aftur í heyst, sigur landsstýriskvinnan í orkumálum:

 

17052024_Ingilin

 

Tingskipanin loyvir tingfólkum at krevja mál aftur úr nevnd, uttan at nevndin hevur skrivað álit um málið.

Í tingskipanini stendur, at er álit ikki komið, tá frestin er farin, er tingfólki heimilað at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

Og tað var júst tað, frá Eyðgunn Samuelsen gjørdi í gjár um uppskotið um elveitingarlógina.

Løgtingið atkvøddi fyri, at málið verður viðgjørt, hóast álit ikki er skrivað.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, kom í løgtingið við uppskotinum 7. mars.

Rættarnevndin fekk málið 11. apríl eftir fyrstu viðgerð. Álitið skuldi koma haðani í seinasta lagi 11. mai.

Men einki álit kom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035