Bústaðir fáa heimild at læna 350 milliónir aftrat

Bústaðir fáa heimild at læna 350 milliónir aftrat
Samgonguflokkarnir hava samtykt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum
Bústaðir kunnu nú eisini stovna stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommununum. (Savnsmynd)
 
17.05.2024 - 14:45

Bústaðir hava nú fingið heimild at læna 350 milliónir krónur afturat at byggja fyri.

Fyri løtu síðani samtykti løgtingið við 3.viðgerð lógaruppskotið hjá Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum, sum gevur Bústøðum hesa heimild.

Teir tríggir samgonguflokkarnir - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn - atkvøddu fyri, meðan teir tríggir andstøðuflokkarnir - Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin - atkvøddu ímóti.

Andstøðan vildi hava málið aftur í nevnd, men tað uppskotið fall, tí samgongan atkvøddi ímóti. Andstøðan metir seg ikki vera trygga við fíggjarliga haldførið hjá Bústøðum.

Umframt nýggju lániheimildina fáa Bústaðir eisini heimild at læna pengar uttanlands, umframt Bústaðir kunnu stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommununum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947