Straight Ahead á palli

Straight Ahead á palli
Í mai 1989 eydnaðist at fáa Straight Ahead aftur á pall til tiltakið "Aftur í 70-ini". Leikmannaupptøkur frá hesari konsertini eru komnar í ljósmála
Úr konsertupptøkum av Straight Ahead, tá bólkurin aftur fór á pall í 1989
Mynd: Ólavur Wolles & Guttorm Sørensen  
 
16.05.2024 - 14:30

Einki føroyskt sjónvarp var í 70-unum, og eingin filmsupptøka er tí til av Straight Ahead hesi árini, ið bólkurin var virkin frá 1974 til 1978.

Men í mai 1989 var skipað fyri konsertini "Aftur í 70-ini" í KÍ-høllini í Klaksvík. Tá eydnaðist at fáa Straight Ahead aftur á pall. 

Leikmannaupptøkur frá hesari konsertini eru nú komnar í ljósmála.

Ólavur Wolles og Erik Biskupstø hava av einslistum roynt at snikka hesar upptøkur so væl til, at fjøldin kann fáa gleði av teimum.

Lassin Isaksen, sum tá var kendur plátuvendari, presenterar bólkin av pallinum.

Vit hoyra her Straight Ahead við  "Heading For Disaster".

20240516_NET_STRAIGHT_AHEAD_KONSERT_1989_HEADING_FOR_DISASTER

 

Á konsertini í KÍ-høllini í 1989 er manningin í Straight Ahead henda: 

Jørgin Dahl, sangur og ljómborð
Hans Carl Hansen, gittar
Heri Ellingsgaard, gittar
Archie Black, bass
Edward Ziska, trummur

Straight Ahead spæla sjálvandi eisini "Komið øll við" til "Aftur í 70-ini" í 1989.

20240516_NET_STRAIGHT_AHEAD_KONSERT_1989_KOMID_OLL_VID

 

Í 2005 var Straight Ahead á palli á Summarfestialinum, men tá vóru hvørki Edward Ziska, Hans Carl Hansen ella Agnar Joensen við. 


Konsertupptøkuna í 1989 gjørdu: 

Video
Ólavur Wolles
Guttorm Sørensen

Ljóð
Óla Jákup í Dímun
Erik Biskupstø
Ólavur Wolles

 

 

20240516_REYP_KOMID_OLL_VID_02

 

Hvat: "Komið øll við" (2:2)
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Í kvøld, hóskvøldið, kl. 19.25

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114