Málið um lánsheimild hjá Húsalánsgrunninum er komið aftur í tingið

Málið um lánsheimild hjá Húsalánsgrunninum er komið aftur í tingið
Andstøðan í rættarnevndini mælir framvegis frá at samtykkja uppskotið. Samgongan sigur, at langtíðarhaldførið hjá Bústøðum er nøktandi
Rættarnevndin hevur á øðrum sinni skrivað álit í málinum um at heimila Húsalánsgrunninum at læna meiri pengar. (Savnsmynd)
 
16.05.2024 - 11:38

Andstøðan mælir framvegis frá at geva Húsalánsgrunninum loyvi til læna fleiri pengar.

Rættarnevndin hevur á øðrum sinni skrivað álit um uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um millum annað at geva Húslánsgrunninum loyvi til at læna fleiri pengar, 350 mió. kr.

Umboðini hjá andstøðuni í rættarnevndini siga seg ikki enn vera sannførd um, at haldførið hjá Bústøðum er í lagi.

Meirilutin í nevndini, samgongufólkini, siga, at nevndin hevur fingið at vita, at langtíðarhaldførið hjá Bústøðum er nøktandi. 

Serliga raksturin og rentukostnaðurin tyngja Bústaðir. 

Tað verður tó arbeitt við at lætta um raksturin, millum annað við at fáa byggikostnaðin so langt niður sum gjørligt, sigur meirilutin í nevndini, sum mælir til at samtykkja uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947