Atkvøða um tøkugjaldið í alivinnuni í dag

Atkvøða um tøkugjaldið í alivinnuni í dag
Løgtingið hevur í løtuni aðru viðgerð av uppskotinum
Politiska semjan hevur við sær, at tøkugjaldið byrjar á 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum, alt eftir altjóða laksaprísinum. (Savnsmynd)
 
16.05.2024 - 13:03

Løgtingið fer at atkvøða um tøkugjaldið hjá alivinnuni í dag.

Politiska semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um tøkugjald stendur við í álitinum hjá vinnunevndini um lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal.

Politiska semjan hevur við sær, at tøkugjaldið byrjar á 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum, alt eftir altjóða laksaprísinum. Eisini skal alivinnan rinda ein serskatt av tí virksemi, sum hevur við sjálvt virksemið í samband við aling.

Lógaruppskotið, sum nú liggur í løgtinginum, snýr seg bara um fyrra partin, sum er at broyta stigan fyri sjálvt tøkugjaldið. Lógaruppskotið um serskattin fyri alivirksemið er ikki gjørt enn, men tað verður gjørt í heyst, sambært politisku semjuni.

Tingfundurin byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin. Næsta mál á skránni er 2. viðgerð av lógaruppskotinum um tøkugjald.

Fylg við orðaskiftinum her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947