Atkvøða um fosturtøku og tingfólkalønir í dag

Atkvøða um fosturtøku og tingfólkalønir í dag
Tingfundurin byrjar tó við munnligum fyrispurningum
Áhugaverdar atkvøðugreiðslur í løgtinginum í dag.
 
15.05.2024 - 06:54


Løgtingið fer at atkvøða um fosturtøkuna í dag.

Rættarnevndin hevur skrivað álit um bæði uppskotini, uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um nýggja fosturtøkulóg, og uppskotið hjá Miðflokkinum um ófødda barnið.

Umboðini hjá samgonguflokkum, uttan Henrik Old, mæla til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum.

Men tey hava tó eitt broytingaruppskot.

Tey siga, at er tað móti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá løggildum heilsustarvsfólki á sjúkrahúsi at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skulu tey sleppa undan tí.

Umboðini hjá andstøðuni mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið um nýggja fosturtøkulóg.

Samsýningar og eftirløn

Øll í samgonguni í rættarnevndini eru samd um ikki at taka undir við uppskotinum um ófødda barnið.

11 mál eru á dagsskránni hjá tinginum í dag.

Fosturtøkumálini eru nummar átta og níggju.

Eftir tey skal tingið atkvøða um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum.

Men tingfundurin, sum verður klokkan tíggju, byrjar við munnligum fyrispurningum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947