Straight Ahead og Hjarnar

Straight Ahead og Hjarnar
Tvey av best umtóktu orkestrunum í Føroyum í 70-árunum vóru bæði úr Klaksvík. Straight Ahead og Hjarnar
Oddamenninir í fremstu føroysku rokkbólkunum í sjeytiárunum, ið báðir vóru úr Klaksvík. Karl Martin Samuelsen úr Hjarnum og Jørgin Dahl úr Straight Ahead
Mynd: Privat mynd  
 
14.05.2024 - 23:00

Straight Ahead og Hjarnar vóru høvuðsnøvnini á stóru Skansastovukonsertunum í Havn seinnu 70-árini. Har kappaðust tey um at vinna áhoyrarans tokka sum besta rokkorkestur í landinum.

Í veruleikanum vóru manningarnar nær skyldar. Tveir í hvørjum orkestri vóru beiggjar. Yngri beiggi Archie Black, basspælari í Straight Ahead - Hans - var trummuspælari í Hjarnum. 

Í Klaksvík var eftir øllum at døma trot á gittarspælarum hesi árini. Í 1977 fóru báðir bólkarnir til Havnar eftir skikkaðum gittaristum.

Í einum húsum funnu teir báðar. Eldri bróðirin, Hans Carl, fór upp í Straight Ahead, og tann yngri, Hildibjartur, endaði í Hjarnum.

 

Tveir stinnir oddamenn

Avgerandi munurin á Straight Ahead og Hjarnum vóru høvuðsmenninir báðir.

Fremstur á palli í Hjarnum stóð oddamaðurin við góðu sangrøddini, Karl Martin Samuelsen. Hin - Jørgin Dahl - dugdi sum eingin annar at skriva sangir.

 

Hjarnar var fyrst og fremst eitt vælsvingandi dansiorkestur, sum fekk lív í fjøldina. Í 1977 skriva teir kortini tveir sangir, sum verða tiknir upp í Danmark um heystið, og komu á plátu stutt eftir.

Sangirnir vóru "Bad Dream" og "Her Love".  Fyri at tekkjast donskum og útlendskum áhoyrarum kallaðu teir seg í staðin Sunny. Men stutt eftir tóku teir upprunaheitið á seg aftur.

 

Jørgin upp í Hjarnar

Ikki fyrr enn Straight Ahead góvust í 1978, og Hjarnar fekk Jørgin Dahl at koma upp í hjá teimum, kom gongd á plátuútgávuvirksemið.

Jørgin var fullur í sangum, og tað kom væl við hjá Hjarnum.

Í 1979 taka teir fleiri sangir upp í útvarpinum, og har liggja teir enn. Nevnast kunnu "All Right" og diskolagið "I Can't Give What You Want", ið kann hoyrast her niðanfyri. 

 

I_Can_Give_What_You_Want_-_Hjarnar__1979_

 

Í 1982 kemur onnur singleplátan við sangunum "Into The Night" og "Breaking My Heart", sum vórðu tiknir upp í Danmark á sumri 1981.

Og í 1984 kom LP-plátan "We Come For You".  Hjarnar vóru tá givnir, og Jørgin Dahl flutti árið eftir til Danmarkar.

 

Í Klaksvík - og í Føroyum við - vóru ungfólk ivaleyst ójøvn á máli um hvør av hesum báðum bólkunum var tann besti í landinum. Hjá nógvum var tað soleiðis, at tú skuldi vera í parti við øðrum heldur enn at siga, at tær dámdi báðar.

Sum live-bólkar skaraðu báðir framúr.

 

Hans Carl Hansen á gittaranum og Edward Ziska á trummunum í Straight Ahead vóru kanska úmælingar sum instrumentalistar, men báðir bólkarnir dugdu at fáa tónleikin at svinga og áhoyrarar at lurta.

Straight Ahead legði størri dent á at framføra sínar egnu sangir og geva teir út á plátu. Hjarnar helt ikki á hesa slóðina av álvara fyrr enn seinni. Men tá var Straight Ahead ikki longur til.

Jørgin Dahl skrivaði nakrar av sínum perlum eftir at hann var farin upp í Hjarnar.

 

Hin kendasti man vera "Breaking my heart", sum Karl Martin so meistarliga syngur. Í 1985 var sangurin kosin at vera næstbestur í stórari evropeiskari sangkapping, sum Radio Luxembourg skipaði fyri.

Til stutttleikar kann nevnast, at meðan Heri Ellingsgaard fann navnið "Straight Ahead" á einari plátu hjá Jimi Hendrix, var tað hin mentaði Hans bóndi á Biskupsstøð - abbi Archie og Hans - sum kom við tí norrøna navninum á hinum bólkinum.

Hjarnar er úr Høgnatátti í Sjúrðarkvæðunum. Hann er annar av yngru synunum hjá Guðruni, sum býr við Júkagarðar. 


Hjarnar á palli í Daddys Dance Hall í Keypmannahavn 1981. F.v.: Jógvan Olsen, Eyðun Nolsøe, Hans Black (hómast), Karl Martin Samuelsen, Graham Stewart og Jørgin Dahl.
 
Straight Ahead Hjarnar
1973-1974
Jørgin Dahl, sangur og ljómborð
Heri Ellingsgaard, gittar
Archie Black, bass
Edward Ziska, trummur
Agnar Joensen, floyta
1977-1980
Karl Martin Samuelsen, sang
Hildibjartur Hansen, gittar
Jógvan Olsen, ljómborð
Eyðun Nolsøe, bass
Hans Black, trummur
Jørgin Dahl, ljómborð, sang (1979-)
1975-1976
Jørgin Dahl, sangur og ljómborð
Petur Hans Poulsen, gittar
Archie Black, bass
Edward Ziska, trummur
1980-1983
Karl Martin Samuelsen, sang
Jørgin Dahl, ljómborð, sang
Graham Stewart, gittar
Jógvan Olsen, ljómborð
Eyðun Nolsøe, bass
Hans Black, trummur
1977-1978
Jørgin Dahl, sangur og ljómborð
Hans Carl Hansen, gittar
Archie Black, bass
Edward Ziska, trummur
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155