Fýra flokkar mæla til størri lønarhækking hjá løgtingsfólkum

Fýra flokkar mæla til størri lønarhækking hjá løgtingsfólkum
Uppskotið um lønir og samsýningar hjá tingfólkum er komið aftur tingið
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, eigur saman við einum meiriluta í formansskapinum uppskotið um løn og eftirløn hjá løgtingsfólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2024 - 08:15

Fýra flokkar í tinginum halda, at lønin hjá tingfólkum skal fara upp í 36. lønarflokk.

Uppskotið hjá meirilutanum í formansskapinum er 34. lønarflokkur, har sum lønin er nú.

Og tveir flokkar, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, halda fast við tað.

Grein 25-nevndin, sum viðgjørdi uppskotið um samsýning og eftirløn hjá tingfólkum, hevur skrivað álit.

Millum teirra, sum mæla til at hækka lønina upp í 36. lønarflokk, er Johan Dahl, sum er í formansskapinum, sum mælti til at halda fast við 34. lønarflokk.

Tríggir flokkar, Fólkaflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin, halda tað vera rætt at strika skattafría ískoytið, sum er 2.000 kr. um mánaðin.

Sí álitið frá grein 25-nevndini her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947