Manngott arbeiði verður ikki skattafrítt

Manngott arbeiði verður ikki skattafrítt
Meirilutin í fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin eigur uppskotið, men meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at skal skipanin víðkast, so skal landsstýrið fyrst greina og fyrireika málið væl. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2024 - 10:36

Hjálpararbeiði við kirkjuligum, manngóðum ella alment gagnligum endamáli skal ikki vera skattafrítt. Í hvussu er ikki enn.

Tað heldur meirilutin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum tí mælir løgtinginum til at fella uppskotið hjá Miðflokkinum um at víðka skattafrádráttin, sum fólk innan ítróttin fáa, til eisini at fevna um onnur øki.

Sambært grein 29 í skattalógini kunnu dómarar, linjuverjar, ítróttavenjarar, leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgum fáa 50.000 krónur um árið skattafrítt. Fíggjarnevndin upplýsir í sínum áliti, at hesin frádráttur kostar landskassanum umleið 20 milliónir krónur um árið.

Skipanin riggar væl, er niðurstøðan hjá fíggjarnevndini.

 

Landsstýrið skal fyrst greina

Men hon eigur tó ikki at víðkast.

Fyri tað fyrsta er eingin fíggjarlig meting gjørd av, hvat tað fer at kosta landskassanum. Og annað ivamál er, hvar mørkini ganga, og hvussu skal skilmarkast, hvat "manngott arbeiði" er, sum kann koma undir uppskotnu treytirnar fyri skattafríari samsýning fyri sjálvboðið arbeiði. Og sama ger seg galdandi fyri átrúnaðarligt, sjálvboðið arbeiði, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.

Tí mælir meirilutin - sum eru allir flokkar uttan Miðflokkurin - at skal skipanin víðkast, so skal landsstýrið fyrst greina og fyrireika málið væl. 

Miðflokkurin heldur tað vera skeivt at gera mun á ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi, og tí má skattafrádrátturin víðkast.

- Alternativið er at taka galdandi skipan av, um man ikki vil víðka hana fyri at taka stóra mismunin burtur, sigur Miðflokkurin í sínum minnilutaáliti.

Málið kemur til 2. viðgerð á løgtingsfundinum í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947