Nú skal heilsutrygdargjaldið samsvara við norðurlendskan sáttmála

Nú skal heilsutrygdargjaldið samsvara við norðurlendskan sáttmála
Í næstu tingsetu kemur lógaruppskot, so teir útisiglarar, sum hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur
Heilsutrygd ætlaði í Hægstarætt við heilsutrygdargjaldinum hjá útisiglarum, men fekk ikki loyvi frá Procesbevillingsnævnet
 
10.05.2024 - 08:17

Løgtingið tekur undir við, at heilsutrygdarlógin verður broytt, so samsvar verður millum hana og "nordisk konvention om social sikring" um heilsutrygdargjald. 

Heilsumálaráðið eigur uppskotið, og trivnaðarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við tí.

Í næstu tingsetu kemur lógaruppskot, so teir útisiglarar, sum hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.

Útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya rætti og Landsrættinum.

Tá Heilsutrygd ætlaði í Hægstarætt við málinum, fekst ikki loyvi frá Procesbevillingsnævnet til tess.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947