FarCargo ætlar at flúgva hvønn dag

FarCargo ætlar at flúgva hvønn dag
Meðan bíðað hevur verið eftir endaliga loyvinum hjá Vága floghavn, hevur meira verið flogið til Brússel, og haðani er laksurin farin víðari til USA
Flogfarið hjá FarCargo hevur nú fingið endaligt loyvi at seta seg í Vágum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.05.2024 - 18:00

1. mai fekk flogvøllurin á Vágum endaligt loyvi frá danska ferðslustýrinum til, at flogfør av slagnum Boing 757-200 kunnu seta seg í Vágum.

Flogfarið hjá flutningsfyritøkuni FarCargo, sum Bakkafrost eigur, er av hesum slagnum, og veingirnir á flogfarinum eru nakrar metrar longri, enn Vága floghavn upprunaliga hevði loyvi til at kunna lenda.

 

Hava flogið reguliga síðani 1. mai

Hanus Jacobsen er annar av stjórunum í FarCargo. Hann váttar, at farmaflogfarið hjá teimum hevur flogið regluliga síðani 1. mai. Ætlanin er at flúgva hvønn dag frameftir.

Meðan bíðað hevur verið eftir endaliga loyvinum hjá Vága floghavn, hevur flogfarið ikki gjørt nógvar túrar til New York. Heldur var flogið til Brússel, og haðani er laksurin hjá Bakkafrosti farin víðari til New York.

Enn er ikki so nógvur farmur til Føroya, sigur Hanus Jacobsen, men hetta, væntar hann, fer at broytast, tá ið flúgvingin verður meira reglulig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823