Nú eru Eirikur og Jóhan tilnevndir landsstýrismenn

Nú eru Eirikur og Jóhan tilnevndir landsstýrismenn
Klokkan 17 tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, Eirik í Jákupsstovu og Jóhan Christiansen til landsstýrismenn í ávikavist almanna- og mentamálum og fiskivinnumálum
Eirikur í Jákupsstovu, nýggjur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, nýggju landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, og Jóhan Christiansen, nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2025 - 17:11

Á móttøku fyri innbodnum í Tinganesi nú klokkan 17, tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, nýggju landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi. 


Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna fyri Tjóðveldi, og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum til móttøkuna í Tinganesi (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hetta hendi eftir, at Tjóðveldi hevur valt at gera eina størri rokadu í landsstýrinum í sambandi við, at Dennis Holm legði frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum. 


Jóhan Christiansen er nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Jóhan Christiansen var tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum fyri Dennis Holm, sum er farin aftur í tingið.

 

Sirið setti seg í sessin hjá Høgna

Heldur enn at siga, at tað var tað, at maður kom í mans stað, so valdi Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, ið hevur umsitið almanna- og mentamál, sjálv at fara at umsita uttanríkis- og vinnumál fyri Høgna Hoydal, sum fer aftur í løgtingið.


Aksel V. Johannesen, løgmaður, takkar Høgna Hoydal, fyrrverandi formanni í Tjóðveldi og nú eisini fyrrverandi landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, fyri trúgva tænastu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Harvið gjørdist landsstýrissessurin hjá Sirið Stenberg í almanna- og mentamálaráðnum tøkur, og hann var tillutaður Eiriki í Jákupsstovu, sum var tilnevndur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.


Eirikur í Jákupsstovu, nýtilnevndur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, fær eitt klemn frá Akseli V. Johannesen, løgmanni (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eirikur í Jákupsstovu hevur sitið sum varamaður á løgtingið síðani samgongan varð skipað í 2022. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823