Noyðast helst at játta meiri til fámjinstunnilin

Noyðast helst at játta meiri til fámjinstunnilin
Higartil eru játtaðar 252 milliónir til bergholið, men hvussu nógv skal játtast aftrat, verður ikki greitt fyrr enn um nakrar vikur
Higartil eru játtaðar 252 milliónir kr. til fámjinstunnilin. Neyðugt verður helst við eykajáttan.
 
08.05.2024 - 12:57

Neyðugt verður helst við eykajáttan at gera fámjinstunnilin lidnan. 

Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Sostatt er greitt, at løgtingsfólk enn einaferð mugu játta pengar til bergholið, sum upprunaliga skuldi kosta 169 milliónir kr.

 

Góðir 100 metrar eru eftir at bora í bergholinum til Fámjins.

 

Men sum so seint sum november í fjør var upphæddin komin upp í fjórðingsmilliard.

Hvussu nógv skal játtast aftrat, verður ikki greitt fyrr enn um nakrar vikur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08052024_Dennis_um_famjinstunnil

 

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, sigur við Dimmalætting, at nú eru 112 metrar eftir at bora í fámjinstunlinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947