Løgtingið er samt um arktiskan politikk

Løgtingið er samt um arktiskan politikk
Vit eiga at virka fyri at gerast sjálvstøðugir limir í Arktiska ráðnum, sigur uttanlandsnevndin
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eigur uppskotið um arktiskan politikk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2024 - 10:36

Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um arktiskan politikk hevur fulla undirtøku í løgtinginum.

Uttanlandsnevndin sigur seg vóna, at landsstýrið tekur politikkin í álvara og ikki bara ger hetta til enn ein politikk, sum bara endar við at vera føgur orð. 

Tað er neyðugt, sigur uttanlandsnevndin, at Føroyar hava ein arktiskan politikk, sum staðfestir, hvør føroyski luturin í Arktis og Norðurhøvum skal vera.

Vit eiga at virka fyri at gerast sjálvstøðugir limir í Arktiska ráðnum, sigur nevndin eisini.

Føroyar hava havt eina arktiska strategi síðan 2010.

Ein nýggj kom í 2022. 

Við hesum uppskotinum hjá landsstýrinum verður arktiski politikkurin dagførdur, sigur uttanlandsnevndin. 

Les álitið frá uttanlandsnevndini her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947