Børn fáa neyvan pengar við sær

Børn fáa neyvan pengar við sær
Heldur ikki hesa ferð tekur samgongan undir við uppskotinum um, at pengarnir skulu fylgja barninum
Andstøðuflokkar vilja, at foreldur, sum vilja hava børn síni heima, í staðin fyri í dagsstovni, fáa pengar fyri tað.
 
08.05.2024 - 06:34

Heldur ikki hesa ferð tekur samgongan undir við uppskotinum um, at kommunurnar kunnu rinda foreldrum part av tí, sum stovnspláss kostar, um tey ansa egnum børnum heima. 

Stutt sagt, pengarnir skulu fylgja barninum.

Fólkaflokkurin eigur uppskotið.

Samgongan heldur, at nú er barsilsskipanin vorðin so góð - og hon verður betri - at hon kann gera viðurskiftini hjá barnafamiljum betri.

Mentanarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið.

Nevndarlimirnir hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947