![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2024-01-12-09h23m28s980.png?itok=LHOeCRW0)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin ger kanska onkrar broytingar í tøkugjøldunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/erhard_joensen_0.jpg?itok=xm6pCVtX)
Onkrar broytingar verða kanska gjørdar í uppskotinum um tøkugjøldini í alivinnuni, men tøkugjøldini og serskattaskipanin verða viðgjørd hvør sær, hóast Fíggjarmálaráðið hevur mælt frá tí.
Løgtingið viðgjørdi í gjár uppskotið hjá samgonguni og Sambandsflokkinum um tøkugjøld, og uppskotið er nú farið í vinnunevndina.
Nýggja skipanin skal vera ein tøkugjaldsstigi, sum er lægri enn í dag, men í staðin skal ein serskattur leggjast á alivinnuna upp á átta prosent.
Vinnunevndin fer nú at viðgera uppskotið um tøkugjøld í alivinnuni.
Serskattaskipanin er ikki klár enn og verður løgd fyri tingið i heyst.
Í sínum hoyringarskrivi mælir Fíggjarmálaráðið til at viðgera serskattin og tøkugjøldini saman, tí nógv ivamál eru, og tey kunnu loysast best, um øll skipanin verður viðgjørd undir einum.
Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini, sigur, at tøkugjald og serskattur verða viðgjørd hvør sær, men kanska verða onkrar broytingar gjørdar í nevndini.
Hoyr samrøðu við Erhard Joensen í útvarpstíðindunum: