Landið letur 15 milliónir til Oyggjaleikirnar

Landið letur 15 milliónir til Oyggjaleikirnar
Oyggjaleikirnir eru mettir at kosta 22 milliónir. Inntøkur frá atgongumerkjum og sponsorum skulu geva sjey milliónir kr.
Oyggjaleikirnir vera í Føroyum í 2027.
 
03.05.2024 - 08:46

Landið skal lata ÍSF upp í 15 mió. kr. til Oyggjaleikirnar í 2027.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, bað í gjár løgtingið um pengarnar.

Løgmansskrivstovan hevur viðgjørt málið saman við Fíggjarmálaráðnum.

Tey eru samd um, at landskassatrygd er ikki nóg nógv. Slík landskassatrygd er annars í lóg frá 2018.

Oyggjaleikirnir eru mettir at kosta 22 mió. kr.

Inntøkur frá atgongumerkjum og sponsorum skulu geva sjey milliónir.

Landskassastuðulin skal latast í trimum, 2,5 milliónir í 2025, 2,5 milliónir í 2026 og tíggju milliónir í 2027.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947