Færri fiskidagar á Føroyabanka í ár

Færri fiskidagar á Føroyabanka í ár
Fiskidagatalið er farið úr 330 í fjør niður í 270
Útróðrarbátarnir fáa fleiri dagar ár, og línuskipini fáa færri. (Savnsmynd)
 
03.05.2024 - 08:16

Línuskip og útróðrarbátar sleppa at royna á Føroyabanka aftur í ár.

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur sent uppskot um kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri botnfiskaveiðu á Føroyabanka til hoyringar.

Fiskidagatalið er farið úr 330 í fjør niður í 270.

Havstovan mælir til 150 dagar.

Teir 270 fiskidagarnir vera býttir øðrvísi millum bólkarnar í ár. 

Útróðrarbátarnir fáa fleiri dagar, línuskipini fáa færri.

Fiskivinnuráðið heldur ikki, at 270 dagar í staðin fyri 150 gera, at veiðitrýstið á bankanum verður størri.

Les uppskot um kunngerðina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947