Kommunal grundstykki tikin av skrá

Kommunal grundstykki tikin av skrá
Tey, sum høvdu ætlað sær eitt av teimum 18 grundstykkjunum, sum Tórshavnar kommuna hevði í umbúna at selja fyri undirprís á Signabø, mugu brynja seg við toli.
Eitt mál um 18 kommunal grundstykki á Signabøi í Kollafirði varð í gjárkvøldið tikið av skrá á býráðsfundi í Havn
Mynd: Savnsmynd  
 
25.04.2024 - 11:05

Málið um grundstykkini varð nevniliga tikið av skránni á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið, tá tað annars skuldi avgreiðast.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at selja hesi stykkini fyri fastan prís, 500.000 krónur fyri eitt byggibúgvi grundstykki, sjálvt um kostprísurin er nakað oman fyri 700.000 krónur.

Sambært gerðabókini hjá býráðnum merkir tað, at Tórshavnar kommuna sjálv má leggja út 3,7 milliónir krónur til arbeiðið at gera stykkini bygibúgvin. Pengar, sum ikki fáast innaftur við at selja stykkini, nú tey skulu seljast fyri minni enn kostprís. Sambært gerðabókini eru pengar ikki tøkir í fíggjarætlanini til hesa eyka útreiðslu. 

Undir viðgerðini hevur staðbundna nevndin í Kollafirði ynskt, at øll grundstykki í Kollafirði verða útboðin samstundis. Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið var málið um tey 18 grundstykkini so tikið av skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946