Vága floghavn fær nú endaligt loyvi at taka ímóti FarCargo-flogfarinum

Vága floghavn fær nú endaligt loyvi at taka ímóti FarCargo-flogfarinum
Í næstu viku kann Boeing-flogfarið hjá FarCargo seta seg og fara á flog á Vága floghavn við endaligum loyvi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.04.2024 - 10:42

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, sigur, at fríggjadagin í síðstu viku fekk hann at vita frá danska ferðslustýrinum, at endaliga loyvið at taka móti Boeing 757-flogfarinum hjá FarCargo kemur í næstu viku.

Flogvøllurin fekk fyribils loyvi fyri einum góðum mánaða síðani.

Fyribilsloyvið er galdandi til 30. apríl í ár.

Veingirnir á Boing 757 flogfarinum hjá FarCargo eru fimm metrar ov langir til loyvini, sum flogvøllurin hevur. 

vaga_floghavn

 

Súri eftirsmakkurin av sjampanjuni

Tað var hátíðardámur á Vága floghavn mánadagin 4. mars, at Boeing 757-flofarið hjá FarCargo fyrstu ferð setti seg í flogbreytini. 

Men sjampanjugløsini vóru ikki tóm, tá tað kom fram, at FarCargo-flogfarið slett ikki hevði loyvi at seta seg í Føroyum, tí Vága Floghavn ikki var góðkend til at taka ímóti einum so stórum flogfari.

Boeing 757-200 flogfarið hjá FarCargo hevur eina veingjavídd, sum er 41 metrar. Vága Floghavn hevur bara loyvi at taka ímóti flogførum, sum hava eina veingjavídd, sum er 36 metrar.

Henrik Ellermann, skrivstovustjóri í Trafikstyrelsen, sum er mynduleiki á økinum, segði soleiðis við Kringvarpið:

- Vagar Lufthavn er på nuværende tidspunkt ikke teknisk og sikkerhedsmæssigt godkendt til at større fly, med et vingefang på over 36 meter, kan benytte lufthavnen.

 

Í næstu viku kemur endaliga loyvið

Tað er svenska felagið West Atlantic, sum rekur flogfarið fyri FarCargo.

Trafikstyrelsen upplýsti fyri Kringvarpinum, at tey sum myndugleiki hava bara givið West Atlantic loyvi at flúgva til Føroyar við flogførum, sum lúka treytirnar fyri at lenda í Vágum. Og ein treyt var also, at veingjavíddin er í mesta lagi 36 metrar.

Men í næstu viku skuldi tað loyvið so endaliga verið upp á pláss. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977