- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir flokkar samdir um eina heimildarlóg at projektera vegir og tunnil

Allir flokkar á løgtingi taka undir við uppskotinum um eina heimildarlóg at projektera vegir og tunnil millum Sandvík og Djúpadal á Sandoynni.
Tað kom greitt til sjóndar, tá løgtingið umrøddi uppskotið hjá løgmanni, Aksel V. Johannesen, við fyrstu viðgerð í dag, áðrenn fíggjarnevndin skal viðgera uppskotið og hava hoyringar í hesum stóra og kostnaðarmikla máli.
Framsøgufólkini umrøddu fyrst og fremst fyrimunirnar við einum tunnli og tað gagn, sum hann fær fyri Suðuroynna.
Spurningar um trygd, váða, fígging og kostnyttukanningar vórðu nærum ikki umrøddir.
Sum heild fegnaðust framsøgufólkini um, at Skúvoyggin er tikin við upp í uppskotið, sum tilsamans er mett at kosta 4,2 milliardir krónur.
Uppskotini um alternativar tunnilsleiðir vórðu ikki umrødd, men síðani uppskotið varð lagt fram til kunningar í vetur, er vegaføringin á Sandoy broytt og løgd niðan á Traðarhamar oman fyri býlingin Traðir.
Hesum dámdi ikki Jacob Vestergaard, sum var framsøgumaður Fólkafloksins.
Hvørki Jenis av Rana, í Miðflokkinum, ella Jacob Vestergaard halda, at tað er rætt at fara runt Hvalba við tunnilsvegnum. Jenis heldur, at hetta er eitt veikt lið í verkætlanini.
Heldur ikki Jacob Vestergaard dámar vegaføringina í Hvalba.
Uppskotið hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, er tunnilsleiðin, sum Tunnilsfelagið hevur mælt til og varð løgd fram síðsta heyst. Sólvit Nolsøe úr Framsókn:
Sólvit Nolsøe sipaði til leiðirnar, sum Landsverk og byggifelagið Articon hava mælt til, har tunnilsmunnin er norðan fyri Sands bygd.
Aksel V. Johannesen, løgmaður staðfesti, at talan er um eitt uppskot at projektera vegir og tunnil, men ikki gera tunnilin.
Allir framsøgumenninir talaðu fyri tunnlinum og at tað í longdini loysir seg at gera Suðuroyartunnilin.
Tað sama gjørdi uppskotsstillarin, sum vísti á, at tær stóru óvissurnar eru kostnaðurin og rentan. Men útrokningarnar vísa, at í longdini loysir tað seg at gera tunilin.
Eftir drúgvt orðasifti varð uppskotið latið fíggjarnevndini at viðgera.