- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement fer av bakkastokki í kvøld, og BIIT sendir beinleiðis frá tiltakinum
"Sement 2024 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur frá borðinum."
Soleiðis skriva fyriskipararnir í Tórsgøtu, nú árliga tónleikakappingin Sement fer av bakkastokki í Reinsarínum í Havn í kvøld.
Fyrra av tveimum undanumførum verður í kvøld klokkan 20 í Reinsarínum. Annað undanumfar verður leygarkvøldið 20. apríl, og so verður finalan leygarkvøldið 27. apríl á Reinsaríinum.
10 nøvn luttaka
"Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar, og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár." skriva fyriskipararnir um Sement 2024.
Tað kemst tó ikki uttan um, at tað í ár eru færri tilmeldingar. Okkurt árið hava 19 bólkar og einstaklingar luttikið.
Tónleikurin til Sement 2024 verður tó fjøltáttaður, lova fyriskipararnir. Har verður alt frá hipp hopp og rokk til balladur og elektroniskan tónleik. Og luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir og eldri og yngri. "Akkurát sum tað skal vera," skriva fyriskipararnir.
Bólkarnir í 1. umfari í kvøld eru:
- Ókendir
- Attika
- Viðarr
- Jákup Eli
- Ingmar
Bólkarnir, sum spæla 2. umfar eru:
- Ester Skála
- Volapuck
- Ragnar Finsson
- gówa
- Ása Brynjardóttir
Tonleikakapping og showcase
Hetta er 15. ferðin at skipað verður fyri Sement, sum byrjaði sum ein talentkapping í Margarinfabrikkini. Upprunaliga endamálið var at stimbra og styrkja grasrøturnar í føroyskum tónleiki.
Sement hevur tó ment seg til at vera bæði ein tónleikakapping, men eisini ein sokalla showcase, har allir bólkar og einstaklingar eru vælkomnir at luttaka í kappingini. Tað verður ikki tikið dagar millum, um tú ert roynd og óroynd, kend og ókend. Og tað er fullkomiliga undirornað hvat slag av tónleiki, ið tú spælir.
Vinnarin hevur fingið tíð í upptøkuhøli, meðan onnur hava vunnið luttøku á ymiskum festivalum.
Nakrar treytir eru tó:
-
Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella staðsettur í Føroyum.
-
Hvør framførsla er á 15 minuttir.
-
Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður.
-
Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum.
-
Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki.
Sement hevur fostrað nøkur av sterkastu tónleikanøvnunum á heimliga tónleikapallinum, eitt nú Hamferð, Guðrun & Bartal, Konni Kass, Jasmin og Tamara. Tað sæst aftur á yvirlitinum yvir undanfarnar vinnarar av Sement.
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð
Ungdómstoymið BIIT hjá Kringvarpi Føroya sendir aftur í ár frá bæði undanumførunum og finaluni í Sement 2024 í sjónvarpinum. Sendingin byrjar klokkan 20.