
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinferð í seinasta paradís á jørð

"Á poetiskan hátt lýsir Sakaris Stórá arbeiðarastættina á bygd í Seinasta paradís á jørð, har flakavirkið, upp móti grøna bønum, letur aftur, og trupuleikar eru heima, har húskið er dysfunktionelt, viðurskiftini millum systkinini ikki fungera og so slettis ikki við pápan, sum eftir at mamman doyði, er viknaður í kongunum og mest sum fráverandi, hóast hann í fyrstu senu er farin at venja."
Soleiðis byrjar Birgir Kruse sítt ummæli av nýggja spælifilminum hjá Sakarisi Stórá, "Seinasta paradís á jørð", sum varð undansýndur í Havnar Bio í gjárkvøldið, og annars byrjar at ganga í biografum bæði í Føroyum og í Danmark í kvøld og í morgin.
Les eisini: "Arbeiðarastættin dagførd," BirkBlogg, 10. apríl, 2025
Birgir Kruse, bloggari og ummælari, avmyndar Sakaris Stórá, leikstjóra, á svalanum hjá Havnar Klubba (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)
Ein stillførur filmur
Talan er um ein sera stillføran film, ið Sakaris Stórá, leikstjóri, hevur latið úr hondum, sum onkursvegna roynir at eftirgera ta seinferðina, ið myndar føroyska bygdasamfelagið.
Har hendir í grundini ikki so nógv, og hetta hóvar høvuðspersóninum Kára væl, ið ikki hevur nakran skund at fara av bygdini og oynni at lesa ella til okkurt annað.
Tað er í grundini ikki fyrr enn flakavirkið í bygdini, har Kári arbeiðir og trúliga stendur og leggur fisk í flekimaksinuna, sær út til at noyðast at snara lykilin um, at tað hendir nakað í "Seinasta paradís á jørð".
Ótíðarhóskandi tvístøða
Til tíðir kann samfelagsliga tvístøðan í filminum virkar eitt sindur ótíðarhóskandi.
Hóast tað enn finnast fiska- og flakavirkir úti á smáu bygdunum, so eru tað ikki nógv av hesum virkjum, ið beinleiðis halda lív í bygdunum og fólkunum, sum búgva har.
Samferðsluviðurskiftini í landinum eru nú so góð, at tað er sera ómakaleyst hjá fólki at ferðast av bygdunum eftir arbeiði í teimum stóru virkjunum.
Undantakið eru smáu útoyggjarnar og Suðuroyggin, har tað enn ikki er koyrandi til og frá, og tí er tað hóskandi, at "Seinasta paradís á jørð" er upptikin í Hvalba í júst Suðuroynni.
Gloymda arbeiðarastættin
Plottið í filminum hevði riggað uppaftur betur, um filmurin gekk fyri seg í 1992, tá flakavirkini enn vóru lívæðrin hjá nógvum føroyskum bygdum og húskjum.
Livibreyðið og tilverugrundarlagið hjá verkafólkum bleiv brádliga skrætt undan fólkum frá degi til dags, tá landið fór av knóranum, og øll flakavirkini snaraðu lykilin um.
Tá tað er sagt, so eru umstøðurnar hjá arbeiðarastættini sanniliga nakað, ið vit hoyra alt ov lítið um í dag, og tí er "Seinasta paradís á jørð" eitt kærkomið innlit í tilveruna hjá arbeiðarunum.
Viðkomandi persónsstríð
Menniskjaliga tvístøðan í filminum er hinvegin alt annað enn ótíðarhóskandi. Hon er sera viðkomandi.
Vit verða varpað inn í eitt disfunktionelt heim, har tvey ung fólk, ið eru slept upp á fjall eftir at mamma teirra doyr, stríðast, meðan pápin fyrst stingur høvdið í sandin og síðani stingur av til skips.
Sorgin hóttir við fullkomiliga at køva lívsneistan hjá ungu fólkunum, sum hava ilt við at fáa tilveruna at hanga saman.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm skínur bjart í leiklutinum sum Silja, og tykist vera eitt stórt sjónleikaratalent (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)
Sannførandi sjónleikarar
Serliga Bjørg Brynhildardóttir Egholm, ið spælir sín fyrsta filmsleiklut, er sannførandi sum Silja, lítlasystir Kára, sum er høvuðspersónurin. Tann leiklutin hevur Sámal H. Hansen.
Eisini Bjørn Mohr, sum spælir leiklutin sum Regin, vinmaður Kára, og Esther á Fjallinum, ið er Elin, vinkonan hjá høvuðspersóninum, ið fer av bygdini at lesa, standa sterk í myndini.
Hartil er "Seinasta paradís á jørð" sera væl filmaður, og er tað Virginie Surdej, ið hevur staðið fyri filmingini.
Birgir Kruse, bloggari og ummælari, lýsir væl "Seinasta paradís á jørð", tá hann skrivar:
"Hetta er ein tíðarrøtt hetjusøga fyri arbeiðarastættina, ein hetjusøga at spegla sær í, har alt okkara hevdvunna og knúskandi vitanarsamfelag, vanliga og av øðrum, verður lýst sum ein glæstriborg við glæstribókum og glæstriprógvum, sum hvør í sínum lagi gevur teim úrvalt kosnu bestu størv fyri bestu løn og bestu nevndarsessir og hartil alla glitritign, sum er í sjónliga almenna rúminum, meðan restin, piðaðu rovini, kunnu sleingjast arbeiðarunum, sum einaferð hildu landinum uppi. Nú er øvut. Arbeiðarin hevur einki rúm í almenna úttrykkinum. Fyrr enn nú. Í 87 minuttir."
Hvat: Seinasta paradís á jørð
Hvar: Í biografunum
Nær: Frá í kvøld, hóskvøldið, 10. apríl
Jón Hammer frá Kykmyndir hevur framleitt "Seinasta paradís á jørð" (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)
Jón Hammer, framleiðari, og Birgir Kruse, ummælari, vóru í Góðan morgun Føroyar og greiddu frá um nýggja føroyska spælifilmin.