- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jens Jákup Hansen: Eg eri bundin av avbjóðingum

Summarið nærkast, og nógv gleða seg til feriu í heitari londum. Men hjá teimum, ið ikki ætla sær so langa leið, er ein rúgva av upplivingum, sum bíða eftir teimum beint her í Føroyum.
Í sendingini Útilív hevur verturin Jens Jàkup Hansen higartil umrøtt gongutúrar, sílaveiðu og tjalding. Evnið hesa ferð verður upplivingar, ein kann keypa seg til.
Jens Jákup hevur áður gingið niðan á Kilimanjaro og Aconcagua og nú stundar enn ein stór avbjóðing til. Tað eru tvey høg fjøll í Nepal, sum bíða.
Jens Jákup viðurkennir, at hann er bundin av nýggjum avbjóðingum.
- Slapp eg, fór eg upp á Mount Everest, sigur hann, men tað kann eg ikki bjóða familjuni.
Men hetta snýr seg eisini um søguforteljing. Ferðin verður dokumenterað á filmi, og eisini er hetta tilfar, sum Jens Jákup kann brúka í sínum fyrilestrum.