Høgni Hoydal í uttanlandsnevndina og Dennis Holm í fíggjarnevndina

Høgni Hoydal í uttanlandsnevndina og Dennis Holm í fíggjarnevndina
Tjóðveldi hevur valt limir í løgtingsnevndir av nýggjum
Høgni Hoydal er nýggjur limur í uttanlandsnevndini hjá Tjóðveldi. Hann er eisini í Norðurlandaráðnum.
 
10.04.2025 - 14:39

Løgtingið hevur skipað fleiri nevndir av nýggjum.

Erling Eidesgaard, sum ikki er í løgtinginum longur, var í útnorðurráðnum, Norðurlandaráðnum, og hann var eisini løgtingsgrannskoðari.

Høgni Hoydal er nýtt umboð í Norðurlandaráðnum fyri Erling Eidesgaard. Hervør Pálsdóttir er varalimur.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, er nýggjur limur í útnorðurráðnum. Varalimur er Annika Olsen.

Eisini hevur Tjóðveldi valt Anniku Olsen til løgtingsgrannskoðara.

 

Løgtingsforkvinnan er nú eisini limur í útnorðurráðnum.

 

Dennis Holm er nú limur í fíggjarnevndini. 

 

 

Broytingar eru eisini framdar í uttanlandsnevndini, fíggjarnevndini og mentanarnevndini.

Høgni Hoydal verður limur í uttanlandsnevndini í staðin fyri Liljuna Weihe, sum verður varalimur.

Dennis Holm verður limur í fíggjarnevndini fyri Høgna Hoydal.

Og Hervør Pálsdóttir er nýggjur limur í mentanarnevndini fyri Dennis Holm.

Allar broytingarnar vóru samtyktar uttan atkvøðugreiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805