Árligu barnakonsertirnar hjá Symfoniorkestrinum væl vitjaðar

Árligu barnakonsertirnar hjá Symfoniorkestrinum væl vitjaðar
Aftur í ár sleppa 4000 børn at hoyra Føroya Symfoniorkestur framføra - hesuferð tónleikaævintýrið "Veiða Vind"
07.04.2025 - 19:24

Á hvørjum ári hevur Føroya Symfoniorkestur barnakonsertir fyri øllum børnum og í ár er einki undantak. Á skrá er filmstónleikur og onnur løg, ið fólk kenna. Hesuferð er tónleikaævintýrið "Veiða Vind" eisini á skrá. Rakel Helmsdal er rithøvundur, Kári Bæk hevur komponerað og Janus á Húsagarði eigur tekningarnar. Tað er Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrinum og Anfinn Heinesen er frásøgufólk. 

Tað er altíð stuttligt at spæla barnakonsertirnar, tí børnini eru væl við og samspæli millum áhoyrarnar, orkestur og frásøgufólk er nakað heilt serligt, tá børnini fylla áskoðaraplássini, siga Bernharður Wilkinson, dirigentur, og Martin Mouritsen, spælari í orkestrinum. Barnakonsertirnar eru týdningarmiklar, tí tær læra børn um tónleik og leggja lunnar undir møguligar komandi spælarar í Føroya Symfoniorkestri, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286