Vága Floghavn hevði ikki loyvi at taka ímóti fraktflogfarinum hjá FarCargo

Vága Floghavn hevði ikki loyvi at taka ímóti fraktflogfarinum hjá FarCargo
Trafikstyrelsen biður um eina frágreiðing, nú tað er greitt, at Vága Floghavn ikki hevur neyðugu góðkenning til at loyva Boeing 757-200 hjá FarCargo at lenda í Vágum
Veingjavíddin á Boeing-frakflogfarinum hjá FarCargo er ikki góðkend til Vága Floghavn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2024 - 21:49

Mánadagin var hátíðardámur í Vágum, tá flogfarið av slagnum Boeing 757-200 hjá FarCargo lendi á flogbreytini.

Men Vága Floghavn er ikki góðkend til at taka ímóti einum so stórum flogfari.

Boeing 757-200 flogfarið hjá FarCargo hevur eina veingjavídd, sum er 41 metrar. Vága Floghavn hevur bara loyvi at taka ímóti flogførum, sum hava eina veingjavídd, sum er 36 metrar.

 

Ov stóra veingjavídd

Henrik Ellermann, skrivstovustjóri í Trafikstyrelsen, sum er mynduleiki á økinum, sigur soleiðis við Kringvarpið:

- Vagar Lufthavn er på nuværende tidspunkt ikke teknisk og sikkerhedsmæssigt godkendt til at større fly, med et vingefang på over 36 meter, kan benytte lufthavnen.

Tað er svenska felagið West Atlantic, sum rekur flogfarið fyri FarCargo.

Trafikstyrelsen upplýsir fyri Kringvarpinum, at tey sum myndugleiki hava bara givið West Atlantic loyvi at flúgva til Føroyar við flogførum, sum lúka treytirnar fyri at lenda í Vágum.

Og ein treyt er also, at veingjavíddin er í mesta lagi 36 metrar.

vaga_floghavn

 

Skulu standa til svars í Trafikstyrelsen

Trafikstyrelsen hevur nú biðið Vága Floghavn um eina frágreiðing, ið skal latast myndugleikanum í næstu viku. Áðrenn frágreiðingin er komin, hevur Trafikstyrelsen ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Trafikstyrelsen staðfestir, at hóast tey hava verið í samskifti við Vága Floghavn síðani 2022 um at uppstiga floghavnina til at kunna taka ímóti størri flogførum enn ídag, so er eingin góðkenning latin floghavnini enn.

Endaliga umsóknin frá Vága Floghavn kom ikki fyrr enn 26. februar - eina viku áðrenn Boeing 757-200 flogfarið lendi í Vágum.

 

Stjórin helt at alt var í lagi

Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn, er staddur uttanlands og kundi tí ikki vera í sjónvarpsstovuni hjá Degi og viku og svara upp á spurningar um málið. 

Regin I. Jacobsen ásannar ídag, at Vága Floghavn ikki er góðkend til, at flogfør av slagnum Boeing 757-200 kunnu lenda har.

- Eg helt, at svenska felagið, sum rekur flogfarið hjá FarCargo, hevði fingið neyðugu loyvini frá Trafikstyrelsen. At myndugleikin hevði givið teimum undantaksloyvi. Og tí sá eg onga orsøk til at gera nakað, sigur Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977