- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almannaverkið fyllir fimmti
Almannaverkið fyllir fimmti
Stórt hátíðarhald verður í Norðurlandahúsinum 2. mai

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.03.2025 - 14:46
1. apríl hevur Almannaverkið fimmti ára stovningardag, og í tí sambandi verður stórt alment hátíðarhald í Norðurlandahúsinum 2. mai.
Á skránni eru framløgur og fyrilestrar.
1. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn.
Frammanundan umsótu danskir myndugleikar almannaøkið, men nú kom tað á føroyskar hendur, í fyrstu syftu bert við umsiting av sosialøkinum og 15 starvsfólkum.
Seinni komu eisini stovnar, tænastur og onnur ábyrgdarøki, og tey seinnu nógvu árini hevur øll ábyrgd av umsiting og menning av økinum verið føroysk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV