Dagstovnar: Starvsfólk skulu fáa betri løn og betri umstøður

Dagstovnar: Starvsfólk skulu fáa betri løn og betri umstøður
Tað skal vera lættari hjá hjálparfólkum at fáa námsfrøðiutbúgving, og dagstovnalógin skal dagførast, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
Landsstýrið, Kommunufelagið og Hagstovan fara at menna hagtalsskipanina um barnamenning, so tey vera álítandi, góðskutryggjað og altjóða sambærlig, sigur Djóni Nolsøe Joensen. (Savnsmynd)
 
02.03.2023 - 08:26

Betri løn og betri arbeiðsumstøður skulu fáa starvsfólk í dagsstovnum at støðast og draga fleiri fólk til stovnarnar.   

Ætlanin er at gera tað lættari hjá hjálparfólkum at fáa sær námsfrøðiútbúgving.

Og landsstýrismaðurin fer at seta arbeiðsbólk at gera álit um dagføringar í dagstovnalógini.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, tingkvinnu.

Hann sigur, at landsstýrið, Kommunufelagið og Hagstovan fara at menna hagtalsskipanina um barnamenning, so tey vera álítandi, góðskutryggjað og altjóða sambærlig.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Dagstovnalógin verður ikki hildin    

Djóni Nolsøe Joensen ásannar, at dagstovnarnir klára ikki at halda ásetingina í dagstovnalógini um, at í minsta lagi tveir triðingar skulu vera námsfrøðingatímar, og í mesta lagi ein triðingur hjálparfólkatímar.

Orsøkin er starvsfólkatrot.

Tí vera tveir flokkar við námsfrøðilesandi tey komandi árini. Og tillagingar eru gjørdar í námsfrøðiútbúgvingini, so størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði.  

Annars fer landsstýrismaðurin, sigur hann, fyrst og fremst gjølla at nærlesa tilmælið frá Dagstovnaráðnum um, hvussu vit kunnu tryggja, at børn fáa góðar, tryggar og mennandi umstøður á dagstovnaøkinum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948