Vilja hava politikarar at steðga bygnaðarbroytingum á Glasi

Vilja hava politikarar at steðga bygnaðarbroytingum á Glasi
Yrkisfelagið Miðnám sigur, at nýggi bygnaðurin leggur ikki uppfyri, at talan er um fleiri útbugvingar, og at starvið sum vararektari ikki er lýst leyst
Rektarin ætlar at broyta bygnaðin á Glasi, men yrkisfelagið Miðnám mælir politisku skipanini til at steðga ætlanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2023 - 11:36

Politiska skipanin má leggja upp í ætlaðu bygnaðarbroytingarnar í Glasi, so tær ikki verða settar í verk.

Tað sigur Yrkisfelagið Miðnám, sum hevur sent skriv til øll løgtingsfólk í eini roynd at steðga ætlaðu broytingunum.

Birna Heinesen, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám, sigur, at endamálið við skrivinum er at varpa ljós á eitt mál, sum vanliga ikki fyllir nakað serligt hjá politikarum. 

 

22022023_Birna_Heinesen

 

Birna Heinesen er forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám.

 

Í skrivinum finst fakfelagið at vantandi hoyringum, at nýggi bygnaðurin ikki leggur uppfyri, at talan er um fleiri ymiskar útbúgvingar á Glasi, at nýggja starvið sum vararektari ikki er lýst leyst, at vararektarin ikki lýkur krøvini til undirvísingarførleika á gymnasialum miðnámi, og at táverandi aðalráð góðkendi bygnaðarbroytingarnar, tá eingin landsstýrismaður var á økinum.  

 

Una Joensen er rektari á Glasi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Broyttir leiklutir

Broytingarnar hava høvuðsheitum við sær, at leiklutirnir hjá rektaranum, stjórunum á gymnasialum miðnámi, yrkisrættaðum miðnámi og leiðaranum fyri næmingatænastuni verða broyttir. 

Við broytingini fær rektarin sjálv ábyrgdina av gymnasialum miðnámi aftrat høvuðsábyrgd av skúlanum.

Útbúgvingarstjórin fyri yrkisnám skal vera vararektari, og starvsheitið broytast samsvarandi. Starvið sum útbúgvingarstjóri á  gymnasialum miðnámi verður niðurlagt, og hevur viðkomandi útbúgvingarstjóri í tí sambandi fingið ætlanarskriv um uppsøgn. 

 

Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í útbúgvingarmálum.

 

Hevur álit á fyrisitingini

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at hann verður javnan kunnaður um gongdina í málinum. 

- Eg havi álit á fyrisitingini, og at alt fer rætt fram, sigur landsstýrismaðurin.

Málið um bygnaðarbroytingarnar var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371