- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna nú at keypa 48 prosent av Orkufelagnum
Royna nú at keypa 48 prosent av Orkufelagnum
Christian í Grótinum-samtakið hevur boðið 146 milliónir krónur fyri ognarpartin hjá íslendska felagnum Skel
20.02.2023 - 13:30
Ætlanin hjá samtakinum, Christiani í Grótinum, at keypa meirilutan í Orkufelagnum, sum eigur Magn, fór í fyrsta umfari fyri bakka.
Nú ætlar felagið at keypa 48 prosent av Orkufelagnum.
Jan Petersen er stjóri í samtakinum Christiani í Grótinum.
Í oktober í fjør bjóðaði Christian í Grótinum tveimum íslendskum fyritøkum 170 milliónir krónur fyri tey 56 prosentini, sum tey áttu í Orkufelagnum.
Nú hevur felagið boðið 146 millónir fyri at fáa 48 prosent.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
20022023_Jan_Petersen_um_Magn
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV