- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Fíggjarlóg og ferðaseðlaprísir hjá SSL
Fíggjarlógin hjá nýggju samgonguni kom í tingið í gjár.
Nú verður avlopið 141 mió kr. í staðin fyri 12, sum var uppskotið tá undanfarna landsstýri. Men andstøðan sóknast eftir politikkinum, tí uppskotið er at kalla tað sama sum hjá undanfarnu samgongu.
Hevur samgongan latið fyrsta møguleikan fara aftur við borðinum?
Vit fáa vitjan av tveimum eygleiðarum, og tinglimir koma eisini í útvarpsstovuna.
Ferðaseðlaprísir
Strandferðslan skal endurnýggja ferðaseðlaprísirnar, soleiðis at útoyggjafólk sleppa bíligari og útlendingar rinda meira. Men hvat sigur ferðavinnan til hetta? Og hvat ætlar landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum?
Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo.