- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri faklig eygu á næmingin og felagsskapin
Tvær tríára royndarverkætlanir eru millum tilmælini hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt tilmæli um átøk, sum skulu økja um sannlíkindini fyri, at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum.
Mælt verður til, at landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum setur í verk eina ætlan um co-teaching, sum er til frama fyri allar næmingar.
Hin er ein granskingarverkætlan um skúlafráveru, sum er um teir næmingar, sum hava avbjóðingar.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur fingið álit frá arbeiðsbólki, sum mælir til fleiri átøk.
Fleiri fakfólk
Í co-teaching eru tvey ella fleiri fakfólk saman um undirvísingina.
Endamálið er at fáa fleiri faklig eygu á næmingin og felagsskapin, og hava fleiri hendur inni í flokkinum fyri at skapa ein barnavinarligan skúlafelagsskap, sum leggur upp fyri fjølbroytninum í næmingahópinum.
Í arbeiðsbólkinum eru Símun J. Hansen, Leif Olsen, Guðrun Maria Mortensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Magnus Tausen, Fríðbjørg Hammer, Tóra Petersen, Margreth Olsen, Frida Poulsen, Sólrun Foldbo, Høgni V. Warberg og Joan Knudsen, sum er forkvinna
Níggju átøk
Arbeiðsbólkurin læt í gjár landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, tilmælið.
Tilmælið er 48 síður. Níggju átøk eru í tilmælinum.
Tilmælið er skipað eftir meginreglunum "fleiri hendur, betri karmar og skjótari hjálp."