- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: El-bilar og søluvinningur
Rinda vit rættan prís, tá ið vit keypa el-bil ella hybrid-bil?
Í fleiri ár hevur landið endurrindað meirvirðisgjaldið fyri at stimbra undir grønu kósina, so at fólk skulu velja el-bil í staðin fyri bensin- ella dieselbil.
Men nú hevur spurningurin tikið seg upp, hvar peningurin, sum landið endurrindar, endar. Er tað hjá grøna brúkaranum, ella er tað hjá bilasøluni, sum hækkar prísin?
Politikarar úr samgongu og andstøðu kjakast um grønu leiðina við el-bilum, og hvar vinningurin endar.
Eyðgunn Samuelsen, Eirikur í Jákupsstovu, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen vera í útvarpsstovuni.
Breddin klokkan 10 í útvarpinum. Sendingin verður eisini stroymd á heimasíðuni, kvf.fo.