- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirfriðingarnevndin framvegis ikki tikið støðu
Yvirfriðingarnevndin framvegis ikki tikið støðu
Yvirfriðingarnevndin hevur á fundi í dag viðgjørt málið um fríøkið við Sándá, sum er áin millum Havnina og Argir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.02.2023 - 18:20
Nevndin skuldi taka støðu til, um avgerðin "IKKI at friða økið framvið Sandá" skal viðgerðast av nýggjum. Á fundinum boðaðu limirnir frá, at teir nú umhugsa at taka støðu í málinum. Við øðrum orðum, so er eingin avgerð tikin enn, sigur Peter Flúgge, skrivari í Yvirfriðingarnevndini, við útvarpið.
Tað var áhugabólkurin Varðveitið fríøkið við Sandá, sum heitti á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið um fríøkið við Sandá uppaftur.
Síðani Yvirfriðingarnevndin í oktober 2021 gjørdi úrskurð um ikki at friða økið framvið Sandá, hava lívfrøðingar staðfest, at náttúrumargfeldið í fríøkinum við Sandá er sera stórt, og at lendið er fjøllbroytt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV