- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindur, jarðrok og høg alda ávirka samferðsluna í morgun
Vindur, jarðrok og høg alda ávirka samferðsluna í morgun
Samferðslan er eisini í morgun ávirkað av veðrinum, sum framvegis er ringt. Teistin siglir ikki fyrr enn klokkan 12.30 úr Skopun
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
09.02.2023 - 07:33
Nógvur vindur, jarðrok og høg alda ávirkar samferðsluna í morgun, serliga vestanfyri og sunnanfyri.
Nógvart bussleiðir eru avlýstar, og Teistin siglir fyrsta túrin á middegi, klokkan 12.30 úr Skopun, tí har er 10 metrar høg alda, sigur Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari hjá SSL.
Teistin siglir síðsta túr úr Skopun 16.35, tí umvælingar skulu gerast umborð.
Hasfjord siglir ikki í dag, og tað ger Sildberin nevyan heldur ikki, væntar Dánjal Samuelsen, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Hann greiddi soleiðis frá støðuni klokkan 7 í morgun.
SSL_Danjal_Samuelsen_090223
Kavin tarnaði eisini ferðsluni í morgun, og langar bilrøðir vóru um Gøtueiði. (Mynd: Hansa Hansen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV